Serligt barnaískoyti

Tú kanst fáa serligt barnaískoyti, um tú ert einsamallur uppihaldari, ið ikki livir í parlagi. Tað vil siga ikki ert hjúnalagi ella livir saman við øðrum í parlagi, ið er at líkna við hjúnalag. Við øðrum orðum skalt tú sum uppihaldari veruliga vera einsamallur.

 

Umsókn og útgjald

Serligt barnaískoyti verður latið eftir umsókn og útgoldið eina ferð um ársfjórðingin. Er støðan óbroytt, er ikki neyðugt at søkja av nýggjum. Tann, ið fær serligt barnaískoyti, hevur skyldu at siga frá, um støðan broytist.

Eina ferð um árið skalt tú vátta tína støðu fyri Almannaverkinum, soleiðis at tú framhaldandi kanst fáa serligt barnaískoyti.

Upphæddirnar fyri serligt barnaískoyti kunnu síggjast á yvirlitinum Almannaveitingar upphæddir.

Upphæddir

Serligt barnaískoyti er kr. 10.000 árliga fyri hvørt barn. Verður útgoldið hvønn ársfjórðing. 

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um serligt barnaískoyti innan 14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar upplýsingar til vega.