Sjúkradagpengar

Sjúkradagpengar er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki fært røkt títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini søkja, um tú ert við barn og ymisk árin gera, at tú gerst óarbeiðsfør ella ikki fært røkt títt starv. Somuleiðis kanst tú fáa rætt til dagpengar, um tað gerst alneyðugt at vera um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella sjúkt barn.

Rættindi og treytir

Missir tú inntøku orsakað av sjúku, kanst tú antin hava rætt til:

  • løn undir sjúku
  • sjúkradagpengar

ella – um ongin annar møguleiki er –

  • uppihaldsveiting

Avgerandi fyri, um tú hevur rætt til løn undir sjúku, er, um tú kemur undir ásetingarnar í starvsmannalógini, ella hevur rætt til løn undir sjúku sambært sáttmála ella aðrari lóggávu. Hevur tú rætt til løn undir sjúku, kanst tú ikki fáa dagpengar.

Hevur tú ikki rætt til løn frá arbeiðsgevaranum í sambandi við óarbeiðsføri vegna sjúku, skaðatilburð ella barnsburð, kanst tú hava rætt til dagpengar vegna sjúku – antin sum løntakari ella sum sjálvstøðugur vinnurekandi við sjálvbodnari trygging – sí nærri um treytir fyri at fáa sjúkradagpengar. Treytin er, at tú heldur ikki hevur rætt til tryggingarendurgjald, barnsburðargjald ella annað tílíkt.

Ert tú í teirri støðu, at tú hvørki hevur rætt til løn undir sjúku ella sjúkradagpengar, er møguligt at fáa uppihaldsveiting.

Fyri at fáa sjúkradagpengar skalt tú senda Almannaverkinum umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um sjúkradagpengar. Tú hevur rætt til dagpengar frá 1. fráverudegi, um Almannaverkið hevur móttikið umsókn tína í seinasta lagi 60 dagar eftir 1. fráverudag. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni, verða dagpengar veittir frá tí degnum.

Tú hevur ábyrgd av, at umsóknin verður latin Almannaverkinum. 

Læknaváttan, ið staðfestir óarbeiðsførið, skal vera saman við umsóknini. 

Skyldur

Tú hevur skyldu at upplýsa um øll viðurskifti, sum eru neyðug fyri at kunna viðgera og avgera umsóknina um sjúkradagpengar. Hevur tú ikki hildið upplýsingarskylduna, verða útgoldnir dagpengar kravdir aftur.

Fært tú tilboð frá lækna um viðgerð, sum kann hjálpa tær at endurvinna arbeiðsførið, og tú noktar at taka ímóti, dettur rætturin til dagpengar burtur, og útgoldin veiting kann møguliga verða kravd aftur.

Hvussu verða dagpengar roknaðir?

Veitingin, sum er endurgjald fyri væntaða lønarmissin, verður vanliga roknað út frá miðalinntøkuni 5 tær seinastu vikurnar undan fráveruni.

Upphæddin er 100% av inntøkuni, tó í mesta lagi 80% av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vikuliga upphæddin, sum í mesta lagi kann verða útgoldin, er kr. 4.739 (2019) 

Dagpengaveitingin verður goldin afturút fyri eina viku í senn.

Hvussu leingi kanst tú fáa dagpengar?

Tú kanst í mesta lagi fáa dagpengar í 40 vikur frá 1. fráverudegi í einum 12 mánaðarskeiði.

Tó kanst tú fáa dagpengar í 2 ár, um talan er um arbeiðsskaða. Tá er treytin, at málið um arbeiðsskaða er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum og verður viðgjørt eftir Arbeiðsskaðatryggingarlógini.

Barnsins 1. og 2. sjúkudagur

Foreldur, sum mugu vera heima frá arbeiði, tí barnið er sjúkt, hava rætt til dagpengar fyri barnsins 1. og 2. sjúkudag.

  • Foreldur, sum sambært sáttmála hava rætt til frí við løn, tá ið barn/børn teirra eru sjúk, hava ikki rætt til dagpengar. Um sáttmálin einans tryggjar rætt til løn fyri barnsins 1. sjúkudag, verða dagpengar veittir fyri 2. sjúkudag.
  • Barnið skal vera undir 14 ár
  • Viðskiftarin skal lúka vanligu treytirnar í dagpengalógini um tilknýti til arbeiðsmarknaðin og rætt til dagpengar vegna sjúku
  • Bæði foreldur kunnu vera heima hjá sjúka barninum í senn og fáa dagpengar, um tey annars lúka treytirnar.
  • Dagpengatíðarskeið - hvørt av foreldrunum kann í mesta lagi fáa dagpengar fyri barnsins 1. og 2. sjúkudag 10 dagar um árið. Avmarkingin er galdandi uttan mun til tal av børnum. Møguligt er ikki hjá foreldrum at flyta dagar sínámillum.
  • Dagpengar verða bert veittir eftir umsókn. Umsóknarblað kann heintast á hesu síðu.

Arbeiðsgevarin skal vátta fráveru og inntøkumiss á umsóknarblaðnum. Læknaváttan er óneyðug, tí arbeiðsgevaraváttan er nøktandi.

Barnsburður

Fært tú fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis aftan á barnsburðarfarloyvi, tí tú ikki fært ansingarpláss á dagstovni ella í dagrøkt, kanst tú venda tær til Almannaverkið fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp.

Umframt at lúka vanligu treytirnar fyri uppihaldshjálp, er tað ein treyt, at barnið er skrivað upp til ansing, tá ið tað er føtt. Eisini skal kommunan hvønn mánað vátta, at tað í løtuni er ógjørligt at útvega ansingarpláss.

Álvarsliga sjúkt barn

Dagpengar kunnu veitast í sambandi við inntøkumiss, tá ið barnið er álvarsliga sjúkt. Talan skal vera um vanda fyri lívi og heilsu hjá barninum.

Váttan frá lækna skal vera til skjals sum grundarlag fyri støðutakanini, og skal læknin hava mett, at talan er um álvarsliga sjúku, sum ger tað alneyðugt, at annað ella bæði foreldrini eru um barnið.

Tey, ið avgjørt eru fevnd av rættinum, eru foreldur at barni, ið liggur til at doyggja ella álvarsligur vandi er fyri lívinum. Sí vegleiðingina á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum ella fá eitt avrit av vegleiðingini frá Almannaverkinum. 

Treytin fyri at fáa sjúkradagpengar er, at tú ikki hevur rætt til løn undir sjúku hjá barninum ella hevur troytt henda rættin. Fleiri sáttmálar tryggja foreldrum rætt til ávíst sjúkudagatal um árið í sambandi við sjúkt barn. Aðrir sáttmálar geva ikki slíkan rætt.

Sjálvstøðug vinnurekandi

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava arbeiðsmegi aftrat sær, hava ikki rætt til sjúkradagpengar, men kunnu í staðin tekna eina sjálvbodna trygging. Við hesi trygging kunnu tey tryggja sær fulla dagpengaupphædd frá 1. fráverudegi.

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær, hava rætt til dagpengar eftir vanligu reglunum í dagpeningalógini. Veitingin verður útroknað við grundarlagi í seinasta álíknaða inntøkuárinum. Hesi kunnu eisini tekna eina sjálvbodna trygging og fáa rætt til hægstu veiting. Sí dømi niðanfyri.

Dømi:
Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava arbeiðsmegi aftrat sær, gerast óarbeiðsfør vegna sjúku og søkja um dagpengar. Um seinasta álíknaða inntøkuárið var inntøkan 135.000 krónur sambært TAKS. Dagpengaútgjaldið er í hesum føri 2.596 kr. um vikuna (135.000/52).

Um tey í staðin hava teknað eina sjálvbodna trygging, hava tey rætt til mest loyvda dagpengaútgjaldið (t.e. 80 % av eini arbeiðsmannaløn) uttan mun til inntøkugrundarlagið. Mest loyvda útgjaldið er 4.739 krónur um vikuna íroknað frítíðarløn (2019).

Treytin fyri at tekna sjálvbodna trygging er, at fólk burturav ella í mestan mun eru sjálvstøðug vinnurekandi, og at tey eru arbeiðsfør, tá umsóknin verður latin inn.

Serligar treytir fyri stjórar í egnum partafelag ella smápartafelag.

Stjórar
Tann, sum starvast sum stjóri í einum partafelag, er ikki at rokna sum sjálvstøðugt  vinnurekandi og er vanliga heldur ikki at rokna sum løntakari í dagpengahøpi. Hesin er tí ikki fevndur av dagpeningalógini og hevur tí ikki rætt til útgjald.

Undantiknir eru tó stjórar í egnum felag, og sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær. Hesir kunnu vinna sær rætt til dagpengar við at tekna eina sjálvbodna trygging.

Sum løntakari er at rokna tann, sum er undir fyristíling hjá einum arbeiðsgevara. Ein stjóri er vanliga ikki undir fyristíling hjá einum arbeiðsgevara, men kann sjálvur leggja sær arbeiðið og raksturin í felagnum til rættis.

 

Yvirlit yvir rætt til dagpengar hjá sjálvstøðugt vinnurekandi og stjórum í p/f og sp/f

Útrokningargrundarlagið er seinasta álíknaða inntøkuárið umroknað til vikugjald

Yrkisbólkur

Rætt til dagpengar eftir vanligum reglum

Rætt til at tekna trygging

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær

Ja

Ja

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava arbeiðsmegi aftrat sær

Nei

Ja

Stjórar í partafelag ella smápartafelag, sum hava arbeiðsmegi knýtta at felagnum

Nei

Nei

Stjórar í egnum felag, sum, umframt stjóran, ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær

Nei

Ja

 

Treytir fyri at tekna trygging er:

  • at arbeiðsførið er óskalað
  • at hvørki heilsustøðan er munandi viknað ella vandin fyri sjúku munandi øktur
  • at umleið 75 % av inntøkuni hjá tær skulu stava frá sjálvstøðuga virkseminum (B-inntøka, vinningsbýti og líknandi).

Er treytin viðvíkjandi inntøkuni ikki lokin, dettur tryggingin burtur.
Vilt tú tekna sjálvbodna dagpengatrygging, skalt tú lata umsókn inn til Almannaverkið.

Tryggingargjald
Tryggingargjaldið er fyri tíðarskeiðið 1. januar til 30. juni og 1. juli til 31. desember. Tryggingargjaldið, ið er upplýst á heimasíðuni undir “Almannaveitingar upphæddir”, verður kravt við rokning hálvárliga ávikavist síðst í mai og november. Um tú ikki hevur goldið tryggingargjald í seinasta lagi ein mánað aftan á gjaldkomudagin, dettur tryggingin burtur.

Tú hevur rætt til dagpengar 4 vikur eftir, at tú hevur teknað trygging. Um tú ikki hevur goldið tryggingargjald í seinasta lagi ein mánað aftan á gjaldkomudagin, dettur tryggingin burtur.

Rætturin til dagpengar hjá fólkapensjónisti, sum hevur sjálvbodna trygging
Rætturin til dagpengar dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum, eftir at fólkapensjón er tillutað, og tryggingin dettur sostatt burtur frá hesum degi.

Er tú framvegis sjálvstøðugt vinnurekandi, tá tú fyllir 67 ár, kann tað vera vert at umhugsa, um tú framhaldandi vilt at hava møguleika at fáa dagpengar vegna sjúku, ella um tú í staðin skalt at søkja um fólkapensjón.

Rætturin til dagpengar dettur altíð burtur í seinasta lagi 1. í mánaðinum, eftir at umsøkjarin er vorðin 70 ár.


Dømi:
Ein persónur fyllir 67 ár 5. januar og søkir um fólkapensjón. Fólkapensjónin verður tillutað 1. februar . Viðkomandi er sjúkraskrivað og hevur við pensjónstillutan fingið játtað dagpengar fram til 1. apríl . Í hesum føri fellur tryggingin og rætturin til dagpengar burtur 1. februar. Møguligt er ikki at søkja um dagpengar eftir hetta, og til ber ikki seinni at velja fólkapensjónina frá fyri í staðin at fáa dagpengar.

Um viðkomandi í staðin velur at bíða við at søkja um fólkapensjón, hevur hon, so leingi hon ikki er vorðin 70 ár, framhaldandi rætt til dagpengar, inntil hon aftur er arbeiðsfør ella hevur fingið dagpengar í mest loyvda  tíðarskeiði.

Upphædd
Hevur tú sjálvbodna trygging og letur umsókn um dagpengar inn í seinasta lagi 60 dagar eftir 1. fráverudag, hevur tú rætt til fullar dagpengar, t.v.s. 80 % av arbeiðaralønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Letur tú umsóknina inn seinni, verða dagpengar veittir frá tí degi, umsóknin er latin inn. 

Tilmeldingarskjal til sjálvbodna dagpengatrygging og umsóknarblað um sjúkradagpengar hjá tí, ið hevur teknað trygging, er at finna á síðuni oyðubløð. 

 

Dagpengar ella fólkapensjón?

Er tú framvegis í arbeiði, tá tú fyllir 67 ár, kann vera vert at umhugsa, um tú framhaldandi vilt hava møguleika at fáa dagpengar vegna sjúku, ella um tú í staðin skalt søkja um fólkapensjón.

Rætturin til dagpengar fellur burtur frá tí 1. í mánaðinum, eftir at tú fært fólkapensjón.

Rætturin til dagpengar fellur altíð burtur í seinasta lagi 1. í mánaðinum, eftir at tú ert vorðin 70 ár.

Dømi:
Fyllir tú 67 ár 5. januar og søkir um fólkapensjón, fært tú hana játtaða 1. februar. Ert tú sjúkraskrivaður í nevnda tíðarbili og hevur fingið játtað dagpengar fram til 1. apríl, fellur rætturin til dagpengar burtur tann 1. februar, tí tá fært tú pensjónina útgoldna.

Møguligt er ikki at søkja um dagpengar eftir hetta, og til ber ikki seinni at velja fólkapensjónina frá fyri í staðin at fáa dagpengar.

Um tú í staðin velur at bíða við at søkja um fólkapensjón, hevur tú, so leingi tú ikki ert vorðin 70 ár, framhaldandi rætt til dagpengar, inntil tú hevur fingið arbeiðsførið aftur ella fingið dagpengar í mest loyvda tíðarskeiði.