Stuðul til uppihaldspengar

Endurgjald fyri goldin barna- og hjúnafelagagjøld

Er tær álagt at gjalda uppihaldspengar, kanst tú fáa stuðul til uppihaldspengar. Tað er Familjufyrisitingin ella samsvarandi útlendskur myndugleiki, sum ásetir uppihaldspengarnar.

Treytir

Treytir

  • Talan skal vera um uppihaldspengar til børn undir 18 ár, sum tú ikki býrt saman við.

  • Talan kann eisini vera um uppihaldspengar til hjúnafelaga, ið tú ert skildur ella sundurlisin frá.

  • Pengarnir skulu vera goldnir, áðrenn tú kanst søkja um stuðul.

  • Árliga stuðulsupphæddin er 40 % av tí barnagjaldi, sum tær er álagt at gjalda.

  • Stuðul til uppihaldspengar til børn verður bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn. Í 2019 er upphæddin 12.996,00 kr. (Stuðul verður sostatt ikki veittur, um tú bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn).

  • Stuðul til uppihaldspengar til hjúnafelaga er 40 % av tí upphædd, sum tær er álagt at gjalda.

  • Freistir fyri umsókn og útgjald skulu haldast. Sí meira undir brotinum “Útgjald og freistir”.

Útgjald og freistir

Tá søkt verður um stuðul til uppihaldspengar eru tvær freistir, sum havast skulu í huga.

1) Freist at lata umsókn inn
Umsóknin fyri uppihaldspengar, sum eru goldnir undanfarna álmanakkaár, skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul fyri goldnu upphæddina burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er sostatt sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
Dømi:
Barnagjald, sum er álagt, er goldið í 2018. Umsóknin fyri goldnu upphæddina skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2019. Verður umsóknin til dømis latin inn í august 2019, fellur rætturin til stuðul fyri goldnu upphæddina burtur.

2) Freist í sambandi við útgjald av stuðli
Stuðul verður goldin út seinast í juni og desember. Lýst verður í bløðunum og á heimasíðuni, nær umsóknin skal vera latin inn. Henda freist ávirkar ikki rættin til stuðul, men hevur einans týdning fyri, nær stuðulin verður útgoldin. Verður umsóknin latin inn eftir ásettu freist, hevur umsøkjarin ikki krav upp á útgjald, fyri enn næstu ferð útgjald verður avgreitt.
Dømi:
Næsta útgjald av stuðli til uppihaldspengar er desembur 2018. Freistin at søkja um stuðul er 3. desembur. Verður umsókn fyri barnagjald, sum er álagt og goldið í tíðarskeiðinum juli til desembur 2018 til dømis latin inn 10. desembur 2018, hevur umsøkjarin ikki krav uppá at fáa umsóknina avgreidda fyrr enn til næsta útgjald í juni 2019. Umsøkjarin missir sostatt ikki rættin til stuðulin, men kann rokna við longdari avgreiðslutíð.

Umráðandi er tó, at umsóknin verður latin inn í seinasta lagi 1. juli 2019. Verður umsóknin latin inn eftir hesa freist, fellur rætturin til stuðulin burtur. Sum nevnt kann frávik ikki gerast frá freistini.