Virknisvenjing

– ein fyriskipan ætlað arbeiðsleysum at koma í starvsvenjing

 

Virknisvenjing sum arbeiðstilboð

Virknisvenjing kann skipast sum arbeiðstilboð á einum almennum ella privatum arbeiðsplássi. Við virknisvenjing fært tú tilknýti til eitt arbeiðspláss, soleiðis at tú antin kanst viðlíka halda tínar arbeiðsførleikar ella fáa aðrar og nýggjar vinnuroyndir, ið kunnu betra møguleikarnar at fáa starv.

At luttaka í virknisvenjing er bæði rættur og skylda tín sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Virknisvenjing verður sett í verk í seinasta lagi, tá ið tú hevur fingið veiting vegna arbeiðsloysi í samanhangandi 6 mánaðir. Freistin kann útsetast, um hóskandi virknistilboð ikki er funnið tær innan 6 mánaðir. Persónar, sum fáa veiting vegna sjúku ella aðrar trupulleikar, fáa eisini tilboð um virknisvenjing, um tað kann sameinast við støðuna, sum viðkomandi er í.

Virknisvenjing sum arbeiðstilboð verður vanliga skipað í 3 mánaðir, men kann fevna um 6 mánaðir í senn.

Arbeiðsgevari hevur ikki lønarútreiðslur av fólki í virknisvenjing, tí tú fært almannaveiting í tíðarskeiðinum fyri virknisvenjingina. Umframt vanliga veiting, so fært tú eisini eina virknisviðbót. Hon er 1.000 kr. um mánaðin skattafrí.

Virknisviðbótin lækkar ella fellur burtur eftir nærri ásettum reglum, tá ið frávera er ógrundað.

Leikluturin hjá arbeiðsgevaranum

Virknisvenjingin verður vanliga skipað sum eitt arbeiðstilboð 30 tímar um vikuna.

Almannaverkið og arbeiðsgevari gera avtalu um virknisvenjingina. Í hesum sambandi ber til at tosa um møguligar uppgávur og førleikar hjá viðkomandi persóni.

Arbeiðsgevari hevur skyldu til at boða Almannaverkinum frá ógrundaðari fráveru. Sum dømi um loyvda fráveru kann nevnast sjúkradagar hjá viðkomandi og sjúkradagar hjá barni. Starvsfólk í virknisvenjing hevur eisini skyldu til at fylgja mannagongdum og reglum hesum viðvíkjandi hjá viðkomandi arbeiðsplássi.

Um persónur hevur ógrundaða fráveru verður virknisviðbótin lækkað sambært nærri ásettum reglum.

Treytir

Virknisvenjingin má ikki føra við sær støður, ið virka kappingaravlagandi fyri arbeiðsmarknaðin,  ella vera í stríð við galdandi lønarsáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, og tí er tíðarskeiðið fyri virknisvenjingina avmarkað.

Persónur í virknisvenjing kann ikki setast í staðin fyri starvsfólk, ið er sett sambært vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tó eingin forðing fyri, at arbeiðsgevari setir viðkomandi starvsfólk í vanligt starv eftir lokna fyriskipan.