Stíggjur_1000x470.png

Verkhúsið Stíggjur

Málbólkur: Fólk við menningartarni.

Slag av tænastu: Virknistænasta.

 

Verkhúsið Stíggjur

Verkhúsið Stíggjur er verkstaðstilboð ætlað fólki við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Tilboðið er somuleiðis ætlað fólki, sum hava tørv á umfatandi stuðli og hjálp í gerandisdegnum. Skipað verður eisini fyri ymiskum felagstiltøkum sum jólahugna, føstulávintshaldi og túrum.

Í Verkhúsinum Stíggi verður dentur lagdur á at stimbra og menna samskiftisevni, sansir og kropp. Arbeiðið verður skipað soleiðis, at hvør einstakur kann arbeiða so sjálvstøðugt sum gjørligt, umframt menna sína persónsmensku og sínar andaligu og likamligu førleikar.

Fólkini gera og evna til ting av øllum handa slag og alskyns prýðislutir, m.a. bundin og seymað pløgg, ymiskar lutir úr træi so sum havaborð, skamlar og hillar, umframt taskur, kort, nissur, smúkkur og prýðislutir til heimið.

Verkhúsið er opið gerandisdagar kl. 8.30-15.30, tó fríggjadag kl. 8.30-13.30.

 

 

Stíggjabúðin

Verkhúsið Stíggjur hevur eina sølubúð, Stíggjabúðin. Stíggjabúðin heldur til á Heiðavegi 3 í Runavík.

Í Stíggjabúðini er eisini ein verkstova, har borgarar evna lutir til. Í verkstovuni verður dentur lagdur á at menna førleikar innan tað at reka handil. Borgararnir eru millum annað við til at avgreiða viðskiftafólk, seta vørur fram, prýða sýnisgluggarnar og gera reint.

Í Stíggjabúðini selja vit lutir, sum eru tilevnaðir á Stíggjanum og í okkara verkstovu, umframt at vit av og á selja lutir virkaðir á øðrum verkstøðum í Føroyum.

Stíggjabúðin er opin mánadag-hósdag kl. 10-15, tó fríggjadag kl. 10-13.30. 

Verkhúsið Stíggjur
Heiðavegur 37
600 Saltangará
Tlf: 448944 ella 297635
Teldupostur: verkstiggjur@av.fo
Leiðari
Elin Danielsen
Elin Danielsen
Telefon 297400