
Verkstaðurin Vón
Málbólkur: Fólk við menningartarni.
Slag av tænastu: Virknistænasta.
Tilboðið er ætlað fólki við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.
Á verkstaðnum verður hvør einstakur stuðlaður og mentur soleiðis, at hann kennir seg hava eitt virkið arbeiðslív við einum gerandisdegi, har hann kann arbeiða so sjálvstøðugt sum gjørligt. Eisini verður arbeitt við at stuðla teimum, ið megna tað, at fáa og varðveita arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Virkað verður fyri trivnaði og samansjóðing í gerandisdegnum, og skipað verður eisini fyri ymiskum felagstiltøkum, so sum jólahugna, føstulávintshaldi og útferðum.
Á Verkstaðnum eru 4 deildir: seymideild, timburdeild, pappírsdeild og kantina. Arbeitt verður í høvuðsheitum við fastari framleiðslu fyri fyritøkur, umframt virkan av lutum, ið verða seldir í sølubúðini á verkstaðnum. Jólasøla við egnari framleiðslu er á hvørjum ári.
Sølubúðin hevur opið gerandisdagar kl. 10.00 - 14:00
Tilboðið hevur opið gerandisdagar kl. 8.30-15.50, tó fríggjadag 8.30-13.50